22.2.17

Nýggjur bloggur

Eg havi fingið mær ein nýggjan  blogg. Hesin hevur ikki riggað, sum hann hevur skulað, og eg havi ikki havt tol við at fingið hann í rættlag, so nú gjørdi eg tað bara av, eg byrjaði av nýggjum. Hesin sleppur tó at standa nakað enn. Nýggi bloggurin eitur Les og lær og sæst her.

14.2.16

Mín bloggur

Hesin bloggurin er ikki so hugaligur, sum eg ætlaði, hann skuldi vera.
Eg havi skrivað, og eg havi lagt myndir út, men ein dag - nú er nakað síðani, sá eg, at myndir vóru burtur og formateringar farnar av lagi. Royndi at rætta upp uppá nakað av tí, men til fánýtis. Eg havi ikki funnið myndirnar aftur - og tær eru ikki so fáar. So havi eg roynt at lagt okkurt nýtt út, men sama skil.
Okkurt innlegg havi eg av tí sama koyrt burtur.
Eg havi umhugsað at latið aftur, hugsið um tað framvegis, men eri enn ikki rættiliga komin hartil.
Men at hava ein blogg, sum skikkar sær sum hesin, er ikki so hugaligt.

Kanska eg finni uppá okkurt....

16.9.12

Á loftinum

Havi verið í gongd við at fáa skil á tingunum nú nakrar teir síðstu dagarnar. Tá ið mann ger tað, kann mann koma fram á mangt og mikið. Í gjárkvøldið kom eg fram á nakrar akvareltekningar, sum lógu í einum blokki í eini eskju, og sum eg gjørdi fyri yvir 20 árum síðum. Eg hevði næstan gloymt myndirnar, so tað var stuttligt at síggja tær aftur, sum at hitta ein góðan vin aftur. Í einum skápi fann eg eina so fína dós við liti og pensli í, so nú veit eg ikki, um tað er ein ábending um, at eg skal í gongd aftur.
Døtrarnar, Rotha og Gunvør, og systkinabørnini, Rutt og Rakul
Gunvør og Rotha geva seyði í Hattarvík
Døtrarnar og ein drongur í grannalagnum
Eg við Gunvør at brósti

29.11.11

Ja og nei og 20 kilo

Í januar 2011 setti eg mær  sum nýggjarslyfti at finna inn til kjarnuna av, hvørt tað skal sigast ja ella nei. Nær og hvar og hví. Fyri meg var tað kanska nógv tað at kunna siga nei, sum var høvuðstrupulleikin - og hava tamarhald.

Veit ikki, um eg eri komin so øgiliga nógv nærri, men tó so: Bæði ja og nei í mun til mat. Eg havi kunnað sagt nei-takk til meir á tallerkin meir enn ta einu ferðina, ja-takk til frukt og grønmeti, nei-takk til wienarbreyð,

ja-takk til lagkøku, bollar og kakao, ja-takk til ost, onkuntíð ja til bomm, til aðrar tíðir nei. Ja og nei til røttu tíð, og tað hevur givið úrslit: Nú, vit fara inn í desember mánað, eru góð 20 kilo minni til av mær, enn tað var 13. januar. Ja og nei til røttu tíð, einki hastverk, men stútt og støðugt. Men hetta hevði ikki verið gjørligt uttan við hjálp uttanífrá - ikki við Gastric Bypass - men við Slankedoktor.
Men her er ein onnur grein, sum snýr seg um sama spurning. At læra at siga ja og nei til røttu tíð, so meir kann koma burtur úr, og samstundis at gerast minni strongd. Her, haldi eg, er longri eftir at koma á mál hjá mær.
Kann kanska sigast, at í mun til tíðina, og hvussu eg raðfesti, har er verri vorðið.
Hvør veit, kanska einaferð....?