Viser opslag med etiketten Kettur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten Kettur. Vis alle opslag

19.2.11

Frensalív

Frensar eru løgin kríatúr. 
Spáka, eygleiða, mjava, snurra, lúra, spæla, kína, jagstra, 
munga, klóra, mala, murra, fjáka, berjast, strúka, brumma, sova, 
tað sigst, at teir sova 16 tímar um samdøgrið.
Teir eru stoltir, kaldfongdir, kelnir, dovnir, fittir.
Okkara prátar eisini, svarar aftur, ja hann er fittur.
Men tað er eisini hart lív at vera frensur. 
Stundum er myndin av honum ikki so vøkur, 
eitt nú tá ið hann kemur heim, rivin og skræddur, og ikki sørt lotur.
Hann hevur roynt at vart borg, 
men náttarlívið er hart.
 Yrkingin hjá Hans Andriasi er um eina kettu við kettlingum.
Hon er eftir øllum at døma ikki sundurskrødd, 
men er reyð um trýn, 
tí hon hevur jagstrað rottur 
alla náttina.

                                            Góðan morgun, ketta mín,
                                            ikki sá eg kettling tín. -
                                            Kettlingurin liggur har
                                            undir brík og spælir sær.
                                            

                                            Góðan morgun, ketta mín,
                                            hví ert tú so reyð um trýn?
                                            Eina rottu sá eg her,
                                            tikin hon og etin er.


                                            Hvørja nátt, tá gangi eg -
                                            mýs og rottur fangi eg. -
                                            Venji kettling mín, at hann
                                            rottukattur verða kann. -
                                                                 Hans Andr, Djuurhuus



7.1.11

Ullamyndir

Hendan myndin er bara okkurt funnið uppá, húgvan, skógvarnar og grasið er av roð.
Eitt skifti tókst eg nógv við ull og roð. Eg tøvdi, barkaði 
og litaði, fyri síðani at klippa tað sundur at seyma burtur úr, 
tað, sum eitur áseyming ella patchwork. Ikki sum nú, tá átti eg eina góða og sum so nýggja seymimaskinu, so tað var lagamanni.
Hesa myndina gjørdi eg eftir eini mynd av Gunvør, elstu dóttrini.
Tá ið eg komi fram við onkrum av tí, eg havi tikist við, so kann eg ikki lata vera við at vísa á frálíka og spennandi bloggin hjá Dorit, Gerandisgleðir. Millum alt tað spennandi vísir hon har eina av hesum myndunum, har eisini ketturnar eru at síggja, tær, sum mær dámar so væl, bæði í livandi lívi og sum myndaevni. Hugsi um nakkan og tann altíð so vakra bugaða ryggin og halan, sum so smidliga smoyggir sær fram við liðini, tá ið hon situr.

14.11.10

Kløkkaði køtturin

  
Sat uttanfyri í góðveðrinum einaferð í summar, einsamøll. Sum eg siti har kemur ein alloðin brúnsvartur køttur við tjúkkum, stórum hala spankulerandi við einum rundum, umleið 30 cm longum fiski í kjaftinum. Tá hann gjørdist varur við, at eg sat har, slepti hann honum alt fyri eitt og leyp so smoykin avstað, sama veg, hann var komin. Har lá so fiskurin í túninum eina góða løtu, spillfeskur og ókruvdur, meðan køtturin við jøvnum millumbilum kom lúrandi um húsahorn fyri at vita, um tað nú mundi bera til at fáa hann aftur. Tó illa bar til, eg sat jú har. Men so kanska ein góðan hálvan tíma seinni kom hann aftur enn eina ferð, lúrdi eina løtu og tók so dik á seg, fekk fatur á fiskinum og síðani spenandi avstað aftur sama veg, sum hann var komin.
At sita og eygleiða køttin var eitt upplivilsi fyri seg. So spelkin hann kom við fonginum, sum hann so var noyddur at sleppa, virkuliga frekt! - Har skuldi ein kona sita og spilla allan leikin, kann eg ímynda mær, at hann hugsaði.
Einaferð væntaði eg ikki, at hann fór a koma afturíaftur, tí hann var so leingi burtur, men nei, - eg eigi fiskin og ætli mær at hava hann! Tað hevði hann sett i seg, og hann fekk sín vilja, og heilt vist var tað tann stuttligast parturin av øllum at síggja.
Hvussu leikur síðani fór, veit eg ikki, men eg kundi hugsað mær at vita, hvaðani køtturin hevði fingið fiskin. Eg havi ikki spurt grannan enn, um tey saknaðu nakran fisk uttanfyri ella kanska í kjallaranum, men eitt veit eg, og tað er, at tað var meiningin hjá teimum at hava fiskafat til døgurða tann dagin......