 |
| OMMA |
Eg átti eina ommu, sum ikki var sørt forfeingilig.
- Omma mannin hjá mær búði beint við hjá ommu og plagdi viðhvørt at støkka niðan á gólvið hjá henni við einum neti í hondini, tá ið hon fór norður til Amaliel at keypa. Hon dugdi væl at gera skjótt av, ongantíð gav hon sær stundir at seta seg afturá, men setti seg altíð uttast á ein stól við ytra enda av borðinum. Hon lat seg ongantíð úr frakkanum. Sum eg minnist tað, brúna frakkanum og grønu húgvuni.
- Nokk um tað. Tað einu ferðina fekk eg tikið eina mynd av teimum, ommu við stokkum í hondini og ommu mannin uttast á stólinum sum vanligt. Har sótu tær so hugnaligar og prátaðu og flentu, og so kvikliga fór hon avstað aftur, altso omma mannin. Hetta var langt áðrenn digitalu tíðirnar, so tað var spart upp á myndirnar. Tað varð ikki tikið myndir í fleng sum í dag, so har var bert hin eina myndin.
- Men myndin er burtur! - Eg fekk spurt ommu, um hon visti, hvar myndin var, jú júe, tað visti hon væl, hon hevði skrætt hana sundur, tí hon, altso omma sjálv, var so ljót á henni. - Nú kann eg bara hava myndina í huganum hjá mær sjálvari og kann ikki føra hana víðari - Myndina av míni forfeingiligu ommu og vinkonu hennara.
So kann eg bert syngja:
Meg minnist eina mynd
eg var lítil tá...............
Og omma segði: 'set teg niður, og far nú úr frakkanum' og hin segði: 'nei, ikki gera nakað til mín eg skal einki hava'. Og eg hugsaði: 'hví segði hon tað, tað hevði nú verið gott við einum drekkamunni' ... eina lítla løtu seinni stóð heimabaka fransbreyð og rabarbusyltutoy á borðinum....
Tað, sum eg helt verða stuttligt var, at tær, omma og Bina,
báðar vóru langommur at okkara børnum í hvør sína ætt.
-Stemningin hevði mann tó ongantíð kunnað víst teimum.