Viser opslag med etiketten tíð. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten tíð. Vis alle opslag

8.2.11

Minnir

 
Hendan myndin vísir nøkur ting, eg eri góð við. 
Myndina av elstu dóttrini, Gunvør, og manni hennara, Mogens. 
Tjúkka, stutta stakan til vinstru, 
sum eg havi fingið frá næstelstu dóttrini, Rothu. 
Gamla speglið aftast til høgru fyri myndina, 
sum var her í húsinum, tá ið vit komu higar at búgva eftir Binu.
Og hinar stakarnar, sum eg sjálv havi keypt

4.2.11

Omma

Eg átti eina ommu, minnist hana gamla og sjúka, men best av øllum minnist eg hana eisini sum eina sterka ommu, eina orduliga ommu, sum ikki var bangin fyri at taka fatt, og sum ikki helt seg aftur at vera har, tá ið á stóð. Minnist eisini, hvussu hon í ovastu skuffu í kommoduni hevði ein blokk ella tveir liggjandi, og eisini blýantar og pennar. Okkum ommubørnunum dámdi væl at tekna, so har var lagamanni. Um okkurt manglaði, so var bara at fara heim til Tróndheim at keypa meir. Hon var ikki pírin. Minnist eisini, hvussu hon altíð hevði okkurt at siga frá, okkurt stuttligt, hon dugdi eisini at flenna at sær sjálvari, minnist enn, hvussu tað ljóðaði. Hon hevði sína meining, og har helt hon seg heldur ikki aftur, áhugað, sum hon var í øllum. Minnist eisini....
Hon hevði eisini sjálv síni egnu minnir, frá barndómi, ungdómi, hon segði frá, frá tá ið pápi var lítil, frá abba, frá, ja, hon hevði so nógv upp á hjarta.
Omanfyri er ein ungdómsmynd av míni vøkru ommu.

Men nú er alt bara minnir.....

18.1.11

Barnatekningar

Hvussu nógv kunnu vit siga um eitt barn út frá tekningunum hjá tí. 
Hesin spurningur er ofta spurdur. 
Man ikki tann fyrsti spurningurin altíð vera um, 
hvussu væl barnið tímir at tekna. 
Hvussu strokið er. - Ja, og eisini hvar tað teknar.
So kemur næsti spurningur. 
Hvussu væl dugir barnið at tekna, litir, flog og kompositión. 
Hvørjir eru smálutirnir, sum barnið hevur lagt til merkis. 
Og her skal sjálvandi ikki verða borið saman við 
okkurt, sum eitt vaksi fólk hevur greitt úr hondum.
Onkur vil so fara víðari og siga, at tekningar kunnu 
siga nakað um persónsmenskuna hjá barninum, eisini, 
hvussu væl tað er fyri ta løtuna, ið teknað verður. 
Huglagið í tekningini. 
Kunnu vit tulka tekningar? 
Hvørjar smálutir hevur barnið við á tekningini. 
Teknar barnið bara høvd og armar, ber tað so boð um eitt barn, 
sum ikki enn er vorðið tilvitað um sín kropp? 
Kanska búkurin er teknaður evarska lítil, 
og tá vil tað bera boð um tað sama. 
Svarar tekningin til aldurin á barnium? 
Er hon aldurssvarandi?
Tað vil onkur vera við.
Hesar tekningarnar teknaði næstelsta dóttirin, tá ið hon var lítil smágenta, fullar av lívi og rættiliga góðar myndir,  - heldur mamman. 
Fevnandi og litfagrar. Í eina opna dagbók í húsinum. 
Hon fann altíð eitt stað at tekna.
---
Hóast allar hesar hugleiðingarnar hjá einari, sum gleðist um at síggja børn tekna, eiga vit altíð og fram um alt spyrja, um vit ikki bara kunnu njóta myndina og gleðast saman við barninum um hetta stóra avrikið, 
tað er komið við og er so stolt av.
Hygga, mamma. hetta skalt tú eiga, 
við einum víðopnum og smílandi andliti og glógvandi eygum.