Viser opslag med etiketten ting. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten ting. Vis alle opslag

3.3.11

Ting

Kanska okkurt er um tað, sum Piet Hein hugleiðir í einum av sínum grukkum
Jeg går og gør orden i 10.000 ting,  
som jeg mente tilhørte mig.   
Midt i mit slid, ved et tankespring,   
sættes et dystert problem i sving:   
Ejer jeg dem eller ej?  
Sandheden ligger vel deromkring,  
At ejer du mere end 8 ting,  
så ejer tingene dig. 

8.2.11

Minnir

 
Hendan myndin vísir nøkur ting, eg eri góð við. 
Myndina av elstu dóttrini, Gunvør, og manni hennara, Mogens. 
Tjúkka, stutta stakan til vinstru, 
sum eg havi fingið frá næstelstu dóttrini, Rothu. 
Gamla speglið aftast til høgru fyri myndina, 
sum var her í húsinum, tá ið vit komu higar at búgva eftir Binu.
Og hinar stakarnar, sum eg sjálv havi keypt

13.1.11

Es. 12, 2

Hetta bíbliuørindið, havi eg fingið at vitað, teknaði og skrivaði pápi á ungum aldri. Eitt av teimum tingunum, eg eri góð við.

11.1.11

Veggjaprýði

Bert tvær smáar myndir, eg havi hangandi í stovuni, 
tann ovara er eitt lítið postkort, eg fekk eina ferð í tíðini, 
og hin niðara er eitt lítið kniplað stykki, sum eg havi rammað inn.

Eitt árið gekk eg á Den Danske Husflidshøjskole i Kerteminde.
Har fekk eg millum annað eitt skeið í knipling
og gjørdi tá hetta sum eina roynd.

Summi ting eri eg serliga góð við, og hesi eru tvey teirra. 
Haldi eisini, tey klæða hvørt øðrum.

8.1.11

Leir

Hevði bara hug einaferð at royna at gera eina leirkonu uttan glaring. 
Ikki so galið, men tað ger bert tað, at hon brotnar heldur illa, 
serliga hárið, tí tað er einki annað enn nakrar slintrur. 
Tað varð gjørt við hvítleykspressu,
og síðani kloynt upp á høvdið.

6.1.11

Uppi á loftinum

Og so fór eg upp á loftið. Har sat mín gamla fitta næstan 50-ára gamla bamsa so einslig á eini hill, eg veit ikki, um hon var hálvgum fornermað, sum hon sat og vendi vangan til. Sum lítil varð hon bæði vaskað og opererað, og so fekk hon nýggjan munn afturat. Men fitt er hon, eg vil ikki av við hana.

Á bróstinum har uppi hekk eisini millum aðrar ein mynd, pappírsklipp, sum eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eg vil so fegin vísa okkurt fram, sum eg sjálv havi skapað, so tá ið einki av tí er frá nýggjari tíð, so má eg taka okkurt gamalt fram. Og kettan má við.
Á lítla skápinum undir speglinum stendur okkurt, sum eg ikki kann vera fyriuttan.


Plattar frá ommu

5. januar fyri 26 árum síðani 
varð okkara fyrstafødda fødd. 
Lítil og ker. 
Seinni komu trý afturat, 
tvær fittar og kerar diddur 
og ein fittur krúllutur beiggi.
Omman helt, at tey hvør í sær skuldu hava eitt minni, 
so hon fór í býin at keypa plattar, 
barnaplattar hvør við sínum árstali. 
1985, 1986, 1991 og 1992.
Okkurt árið mátti hon leita um alt landið fyri at fáa fatur á einum, 
men tað eydnaðist henni so at fáa til øll fýra.