Menning - evolution


Big Bang.
Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri kjakinum um kreationismu mótvegis evolutión. Tí havi eg her hug at lýsa áskoðanirnar hvør í sínum lagi, væl vitandi um, at tað bert ber til at gera tað í ógvuliga lítlan mun her á hesum staði.

Sambært evolutiónslæruni kunnu vit fylgja søguni hjá alheiminum (universinum) 15-20 milliardir ár aftur í tíðina. Sagt verður, at alt tilfar í alheiminum tá var ein samantrunkaður klumpur. Hann sprongdist, og risaskýggj, sum vóru úr ymiskum loftevnum, fyrst og fremst brint og helium, og dusti, flugu í allar ættir. Hesi veldugu skýggj mólu í ring. Sumstaðni í hesum gløðandi skýggjum vórðu nýggjar stjørnur til. Allar stjørnurnar í hvørjum gassskýggi sær fylgdust so og gjørdust til sonevndar stjørnutokur ella stjørnubreytir (galaksur).
Stjørnubreytirnar fara alla tíðina longur burtur hvør frá aðrari, og tess longri burtur, tess skjótari er ferðin. Tá ið so er, verður sagt, at alt eina ferð má hava verið savnað á einum ávísum staði, t.v.s. har spreingingin hendi. Hetta, sum her er greitt frá, hetta ástøðið, verður nevnt Big Bang ástøðið. 
Tað verður sagt, at stjørnurnar ikki allar vórðu til í einum, men so við og við.
Sólin er ein stjørna. Av teim meir enn 100 milliardum stjørnunum í Vetrarbreytini, sum er okkara stjørnubreyt, eru um 10 milliardir av sama slagi sum sólin.
Hildið verður, at hon varð til av einum gassskýggi knappliga 5 milliardir ár aftur í tíðina, og at gongustjørnurnar (planetirnar) tá vórðu til av tí, sum eftir var av skýnum. Jørðin var ein av teimum. Hon var glóðheit, men kólnaði sum frá leið og fekk skorpu. Loftsløg streymaðu út úr eldgosum og gjørdu lofthavið við vatndampi. Vatndampurin fall sum regn, og á tann hátt varð havið til. Hugsað verður eisini, at partar av vatninum kunnu vera komnir frá halastjørnum.
Lív.
Hildið verður, at fyri einum 3,2 milliardum árum síðani – kanska heldur meir – verða umstøðurnar soleiðis á jørðini, at lív kundi spretta.
Grundin fyri, at tað verður sagt, er, at so gamlar verða sporini eftir elst kendu verum hildin at vera. Men hesar umstøður hava ikki verið tær somu sum nú. Bara hugsað verður um lofthavið (atmosferuna), so hevur næstan einki súrevni (O2) verið har. Og súrevni skal til at solda úrbláu (ultraviolettu) geislarnar frá, við tað at súrevni skal til at gera ozon.
Tískil verður hildið, at lívið byrjaði í vatni, sum eisini forðar geislunum.
Lív á landi.
Fyri umleið 2,5, milliardum árum síðan fóru onkrar verur at gera súrevni, sum so sum frá leið gjørdist partur av lofthavinum.
Ikki fyrr enn fyri 400 milliónum árum síðani var nóg mikið av súrevni til, at úrbláu geislarnir kundu forðast og livandi verur tí vera á landi.
Felags uppruni.
Allar livandi verur, frá bakterium til stórhval og frá algum til heimsins størstu trø, hava kyknur, sum eru merkiliga líkar í bygnaði. Allar hava tær ílegur, sum hava ”genetiska” skrift, og tær gera eggjahvítaevni av somu 20 aminosýrum. Tær nýta allar sukurevni í kyknunum og lata CO2 út, tá tær nýta ella fáa sær orku.
Nú er tað at evolusjónistarnir siga, at tá hesar verur líkjast so nógv, má roknast við, at tær allar hava felags uppruna.

Hvussu fór so hendan menning fram?


Elsta lív verður sagt at vera blágrønalgur við ljóssamruna, Víðari verður so sagt, at bakteriur og blágrønalgur, sum er eitt slag av bakterium, hava verið einasta lív á klótuni meginpartin av tí tíð, lív hevur verið. Undir einum verða tær nevndar prokaryotar.
Evolutionistarnir siga so víðari, at tá menningin fer frá tí einfalda til tað meir samansetta, má roknast við, at lívrunnin evni onkursvegna komu fyrst, síðan savnaðust tey sum eitt slag av undangongukyknum, og so sum frá leið komu kyknurnar, sum vit kenna tær í dag.

Kyknan.

Prokaryotarnir – sum er felagsheitið á bakterium og blágrønalgum – hava DNA, men ikki kromosom, kjarnu við hinnu, mitokondrium og annað, sum vanliga kyknan hevur, og tær nørast ikki við mitosu, men hava bert vanligt kyknubýti –meiosu.
Hildið verður, at ein bólkur av hesum prokaryotum mentist til tað, ið nevnt verður eukariotar.

Samvist. (symbiosa)
Soleiðis verður m.a. hildið, at mitokondriir av fyrstan tíð vóru bakteriur, sum livdu í einum slag av samvist við eukariotarnar, og síðani fingu pláss sítt sum orkuveitarar hjá kyknuni.
Ljóssamruni (fotosyntesa) sigst verða íkomin av samvist millum blágrønalgur og fyrstu kyknurnar.
Og so framvegis verður sagt um kyknuna, at hon er vorðin til ”stigvíst av eini røð av hepnari samvist millum ávís sløg.”
Søgan um menning gjøgnum samvist er pettað saman við at kanna, hvussu dýr og plantur, sum liva í dag, liva í samvist.
Størri verur.
Elstu spor eftir fleirkyknaðum verum verða søgd at vera uml. 1 milliard ára gomul. Nøkur hol eru funnin – eingi dýr – sum eru uml. 10 mm í tvørmáti. Sagt verður so, at har mugu hava verið fleirkyknað dýr, tí holini eru so stór.
Stuðulsgrind. (skelett)
Nú hendir nakað. Fláðarøðin, sum hildin verður stava frá sonevnda kambriska tíðarskeiðnum og sambært evolutionistum er 570-600 milliónir ára gomul, yðjur í steinrenningum. 
Tað tykist, sum um alt lív kom í einum, men her verður sagt, at hetta er, tí at nú fáa djórini stuðulsgrind, og stuðulsgrindir verða lættliga varveittar.
Síðani hava tíðarskeið verið við nógvum nýggjum sløgum, og onnur tíðarskeið, har fleiri eru útdeyð.
Fyrstu geisladjórini verða hildin at hava livað fyri 500 milliónum árum síðani. Tað vóru nøkur fiskasløg, sum høvdu lítlan kjaft, og sum fingu føði við at síla vatn gjøgnum táknurnar.
Plantur.
Planturnarnar vóru farnar at vaksa á landi um hetta mundi, so føði var nóg mikið av.
Hildið verður, at fyrstu tíðina, tá ið planturnar komu upp á turt, tá hava ongar blómuplantur verið. Nógvur trøllakampur hevur verið og somuleiðis trækendar plantur við einføldum bløðum.

Eygnasteinurin hjá dýrum, ið liva í vatni, er næstan kúluskapaður, tí ljósið verður ikki brotið frá vatni til hornhinnu. Tað verður brotið í eygnasteininum sjálvum.
Eygnasteinurin hjá súgdjórum á landi er flatur. Her verður ljósið fyrst brotið frá vatni til hornhinnu.
So her skuldi okkurt henda.
Skriðdjór.
Frá paddum mentust skriðdjórini, og tá hendu trý avgerandi ting:
    • Hornlagið á húðini gjørdist tjúkri til tess at forða uppturkan.
    • Gitnaður fór fram innvortis.
    • Bygnaðurin á egginum broyttist, so at ungin kundi hava vætu og føðslu innanúr sjálvum egginum til at taka.
Sambært evolutiónslæruni trinu fyrstu skriðdjórini fram fyri umleið 300 milliónum árum síðani og livdu og mentust so her í meir enn 200 milliónir ár. 
Tillagan.
Sjálvt um hildið verður, at fyrstu súgdjór sóu dagsins ljós so langt aftur í tíðina sum 200 milliónir ár, so vunnu tey ikki rættiliga fram fyrr enn fyri 70 milliónum árum síðan. Sagt verður, at stóru heilar teirra og tað, at tey tykjast at hava hug at kanna umhvørvið uttanum, gjørdi, at lætt var hjá teimum at finna nýggj øki og at taka land. Eisini í ógvusligum broytingartíðum.

Fuglar og skriðdjór nýttu í størri mun viðfødd instinkt. Tað sigst eisini vera gott, bara umhvørvið ikki broytist ov skjótt.
Her verður so sagt, at menniskjað er best fyri við sínum stóra heila at laga seg til nýggj ella broytt øki og livikor.
Fleiri súgdjór løgdust sum frá leið afturat, men samstundis eru eisini fleiri útdeyð, til dømis fleiri stór súgdjór sum mammutturin, svørðtikarin, holubjørnin í Evropa og so framvegis. Hildið verður, at hesi djór doyðu út fyri 10-15.000 árum síðan.
Mannaættin.
Menniskjað verður saman við øllum apusløgunum roknað millum sonevndu hægru súgdjórini (primatarnar). Fyrstu av hægru súgdjórunumr skildu seg frá hinum súgdjórunum í krittíðarskeiðinum – sí jarfrøðiliga kortið – tað var eitt lítið dýr, sum át flogkykt, sum fór at broytast, sigst. Bert tenninar á hesum dýrið eru til.
Ramapithecus.
Ymisk ting henda nú í nakrar milliónir ár, til eitt slag, sum verður rópt Ramapithecus trýnur fram fyri 15-8 milliónum árum síðan.
Hesin Ramapithecus verður millum menningarfólk roknaður at vera millum ættarfedrarnar at mannaættini. Hann sigst líkjast meir menniskja enn apu, men bert kjálkabein og tenn eru funnin.
Í heila tikið er tað rættiliga sjáldan, at heilir skøltar verða funnir, ikki minst tá havt verður í huga ta fjøld, ið til hevur verið.
Rift Valley
Fleiri granskarar tykjast vera samdir um, at mannaættin byrjaði sínar dagar í einum stórum øki Eysturafrika nevnt Rift Valley – Etiopia, Kenya og Tanzania. Gosfjøll hava í øldirgoyst har á leið og øskan haðani sigst so at hava varðveitt eina mongd av leivdum, bæði beinagrindir og fótaspor t.d. Hetta øki hevur tí verið eitt satt gullnám hjáfólki, ið hava arbeitt við steinrenningum o.l.
Homo Afarensis.
Fyri 3-4 milliónum árum síðan fær fyrsta veran, sum fær navnið Homo heft uppá seg,
Homo Afarensis. (í onkrum keldum verður hon tó ikki roknað millum homo) Í einum føri vórðu funnar leivdir av 34 vaksnum og 10 børnum. Tann størsta var 1,5 m til hæddar. Tey hava gingið upprøtt. Hetta sæst á bygnaðinum á lærbeini og koku og har nakkaholan er. 40% var eftir av beinagrindini á einum, ið funnin varð her. Beinagrindin er av kvennkyni , var 1,15 m høg og fekk kelinavnið Lucy eftir sanginum hjá The Beatles: Lucy in the Sky.
Hiðani frá Homo Afarensis sigst nútíðarmenniskjað hava ment seg við at heilin vaks sum tíðin leið, og hildið verður, at tey gløggastu hava fingið flest eftirkomarar, og sostatt hevur heilin vaksið enn meir.
So hava ljóð og hábrøgd ment seg til mál, og hetta hevur aftur kravt størri heila. Somuleiðis sosiala lívið, sum eisini alsamt mentist.
Homo Erectus.
Umleið 1,5 milliónir ár síðan, sigst Homo Erectus trýna fram við sínum stóra heila, 755-1225 cm3. Hann sigst líkjast nútíðarmenniskjað meir enn undanfarnu.
Eisini verður hildið, at hann var hin fyrsti at flyta burtur frá Afrika. Hann er funnin bæði í Asia og Evropa (Javamaðurin, Pekingmaðurin og kjálkabeinið úr Heidelberg m.a)
Homo Erectus verður hildin at duga at brúka eld og at arbeiða saman í bólki.
Homo Sapiens.
Homo Sapiens (Vitandi maður) eru vit. Hildið verður, at fyrsta Homo Sapiens sá dagsins ljós umleið 500.000 ár aftur í tíðina. Cro magnon.
Neandertalarin var leingi hildin at vera millumlið, onkur vildi als ikki hava hann upp í bólkin av homo, men sum frá er liðið, eru tað alsamt fleiri, ið eru farin at halda, at hann møguliga hevur verið av mannaslag, Onkur hevur sagt ”systkinabarn” og onkur hevur víst á, at hansara sereyðkenni møguliga hava stava frá sjúku, kanska onkrari giktsjúku. Hann var tætt bygdur, heilaholan var størri enn tann hjá okkum, skølturin var tjykri enn tann hjá okkum, og hann hevði tjúkkar eygnabrúnsbogar.
Tað tykist, sum hann hvarv knappliga, men einki er, sum bendir á harðligan bana.
Nú verður nútíðarmenniskjað ofta nevnt Homo Sapiens Sapiens, og Neandertalarin verður nevndur Homo Sapiens Neanderthalensis.

Rasur. Fólkasløg.
Ymsu fólkasløgini verða av onkrum menningarfólki søgd at bera prógv um, at menning enn heldur fram. Men onnur siga, at DNA-royndir av ymsu fólkasløgunum benda á, at vit als ikki kunnu tala um ymisk fólkasløg, so lík eru vit. Sagt verður, at størri munur er millum einstakar gorillaflokkar í einum og sama skógi einastaðni í Afrika enn á øllum fólkum og fólkasløgum á allari jørðini.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.