Viser opslag med etiketten høsnarí. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten høsnarí. Vis alle opslag

22.1.11

Overspringshandlinger

Overspringshandlinger, tað er eitt orð, sum eg elski ella nettupp ikki. Overspringshandlinger er ein partur av mær. Eg elski at siga tað, men eg elski ikki at hava tað. Kanska tað nettupp er tí, eg elski at siga tað.
Overspringshandlinger, tað er ein lýsing ella ein trupulleiki, sum eg og helst onnur við mær hava.
Overspringshandlinger, eg veit ikki heilt, hvat føroyska orðið er fyri tí, kanska pjak, nei, mala uttanum, ella eg haldi heldur høsnarí, tað at ganga og høsnast. Gakk ikki har og høsnast! Høsnast, tað er eitt gott orð. Orðið er fitt, orðið er gott, tað situr væl, men tað er ikki gott at høsnast.
Á, sigur tú, kom nú til sakina! Ja, tað er júst sakin, lat meg nú koma til sakina og gevast at høsnast.
Eg ætlaði at lesa bókina lidna ella í minsta lagi eitt sindur av henni, men eg eri ikki komin til hana enn, havi bara gingið og høsnast við okkurt annað. Ikki tí, eg havi fingið frið til tað, eg kann ikki geva gangi skuldina.
So ætlaði eg at binda ta grønu troyggjuna lidna áðrenn vikuskiftið, so hon kundi takast í brúk, men hvat hendi? Overspringshandliger, eg fór at hyggja at uppskriftum, sum um eg ikki visti, hvussu troyggjan skuldi bindast. Á netinum, og so líka.....hatta eisini, líka. Á, dett høsnarí

Hvat er tað so at høsnast, hvat er overspringshandlinger? Ella hvat er tað ikki?

Haldi tað snýr seg um áhaldni, seiggj, hugsavnan, og ja hvør veit, kanska snýr tað seg heilt einfalt um at duga væl at leggja sær tað til rættis..
Kanska ikki soo einfalt, tó.

Ber til at høsnast eitt sindur minni, ella styttri? Seta klokkuna til?
5 minuttir, so 10, so 15......

JA – NEI