Hvørt ár upp undir jól, ofta seinasta skúladag áðrenn jólaferiuna, savnast næmingar frá báðum teimum stóru skúlunum og næmingar frá miðnámsskúlunum til jólagudstænastu í Christianskirkjuni,
ein frálík løta hvørja ferð.
Eftir gudstænastuna savnast lærarar í kirkjukjallaranum til ein drekkamunn.
Her er eitt brot frá 2008, sum Erik Biskopstøð hevur sett saman
Tá ið næmingarnir at enda syngja Gleðilig Jól saman, tá er tað sum ein ylur rennur niður eftir rygginum, rørandi.
“Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
Ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
Gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: “Jesus er føddur í dag.” :,:
Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
Ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: Veri um ævir tær dýrd. :,:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: Fyri gleðilig jól. :,:
“Gleðilig jól! Gleðilig jól!”
Ljóðar av himli einglalag.
“Armi syndari, óttast ei nú,
Gleðiboðskapin hoyrir tú:
:,: “Jesus er føddur í dag.” :,:
Faðir vár! Faðir vár!
Høgt tó tú á himli býrt,
Ikki gloymdi tú barnið títt,
elskaði syndiga hjarta mítt;
:,: Veri um ævir tær dýrd. :,:
Frelsari mín! Frelsari mín!
Náði tín hon er mítt skjól.
Paradísportrið er opnað mær,
aldri kann eg fulltakka tær
:,: Fyri gleðilig jól. :,: