Havi verið í gongd við at fáa skil á tingunum nú nakrar teir síðstu dagarnar. Tá ið mann ger tað, kann mann koma fram á mangt og mikið. Í gjárkvøldið kom eg fram á nakrar akvareltekningar, sum lógu í einum blokki í eini eskju, og sum eg gjørdi fyri yvir 20 árum síðum. Eg hevði næstan gloymt myndirnar, so tað var stuttligt at síggja tær aftur, sum at hitta ein góðan vin aftur. Í einum skápi fann eg eina so fína dós við liti og pensli í, so nú veit eg ikki, um tað er ein ábending um, at eg skal í gongd aftur.
 |
| Døtrarnar, Rotha og Gunvør, og systkinabørnini, Rutt og Rakul |
 |
| Gunvør og Rotha geva seyði í Hattarvík |
 |
| Døtrarnar og ein drongur í grannalagnum |
 |
| Eg við Gunvør at brósti |