Viser opslag med etiketten hondgjørt. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten hondgjørt. Vis alle opslag

20.4.11

Páskaklæðir

Nú vórðu tær lidnar. Páskatroyggjan og páskahúgvan. Vónandi passar. Bundin til minstu stødd, men beiggin er ikki av minstu nýføðingum, 4100 gram. Nú er bert eftir at keypa brævbjálva og senda hann niður á Sofiegården, so fáa vit at síggja.
Uppskriftin er frá Drops, smábarnaklæðir,
og er bundin upp og niður.


13.1.11

Es. 12, 2

Hetta bíbliuørindið, havi eg fingið at vitað, teknaði og skrivaði pápi á ungum aldri. Eitt av teimum tingunum, eg eri góð við.

11.1.11

Veggjaprýði

Bert tvær smáar myndir, eg havi hangandi í stovuni, 
tann ovara er eitt lítið postkort, eg fekk eina ferð í tíðini, 
og hin niðara er eitt lítið kniplað stykki, sum eg havi rammað inn.

Eitt árið gekk eg á Den Danske Husflidshøjskole i Kerteminde.
Har fekk eg millum annað eitt skeið í knipling
og gjørdi tá hetta sum eina roynd.

Summi ting eri eg serliga góð við, og hesi eru tvey teirra. 
Haldi eisini, tey klæða hvørt øðrum.

8.1.11

Leir

Hevði bara hug einaferð at royna at gera eina leirkonu uttan glaring. 
Ikki so galið, men tað ger bert tað, at hon brotnar heldur illa, 
serliga hárið, tí tað er einki annað enn nakrar slintrur. 
Tað varð gjørt við hvítleykspressu,
og síðani kloynt upp á høvdið.

7.1.11

Ullamyndir

Hendan myndin er bara okkurt funnið uppá, húgvan, skógvarnar og grasið er av roð.
Eitt skifti tókst eg nógv við ull og roð. Eg tøvdi, barkaði 
og litaði, fyri síðani at klippa tað sundur at seyma burtur úr, 
tað, sum eitur áseyming ella patchwork. Ikki sum nú, tá átti eg eina góða og sum so nýggja seymimaskinu, so tað var lagamanni.
Hesa myndina gjørdi eg eftir eini mynd av Gunvør, elstu dóttrini.
Tá ið eg komi fram við onkrum av tí, eg havi tikist við, so kann eg ikki lata vera við at vísa á frálíka og spennandi bloggin hjá Dorit, Gerandisgleðir. Millum alt tað spennandi vísir hon har eina av hesum myndunum, har eisini ketturnar eru at síggja, tær, sum mær dámar so væl, bæði í livandi lívi og sum myndaevni. Hugsi um nakkan og tann altíð so vakra bugaða ryggin og halan, sum so smidliga smoyggir sær fram við liðini, tá ið hon situr.

6.1.11

Uppi á loftinum

Og so fór eg upp á loftið. Har sat mín gamla fitta næstan 50-ára gamla bamsa so einslig á eini hill, eg veit ikki, um hon var hálvgum fornermað, sum hon sat og vendi vangan til. Sum lítil varð hon bæði vaskað og opererað, og so fekk hon nýggjan munn afturat. Men fitt er hon, eg vil ikki av við hana.

Á bróstinum har uppi hekk eisini millum aðrar ein mynd, pappírsklipp, sum eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eg vil so fegin vísa okkurt fram, sum eg sjálv havi skapað, so tá ið einki av tí er frá nýggjari tíð, so má eg taka okkurt gamalt fram. Og kettan má við.
Á lítla skápinum undir speglinum stendur okkurt, sum eg ikki kann vera fyriuttan.


11.12.10

Jólahugni

Í dag bleiv tað til jólaklipp. Tvær lítlar diddur vóru á vitjan hjá ommu síni, so tað var lag á manni, vit settu okkum við borðið við pappíri, lími og blýanti og hugnaðu okkum. Sjálvt teir tvey og eitt hálvt ára gomlu fingrarnir gingu so listuliga, bæði at klippa, hóast linjurnar ikki vóru fylgdar so neyvt, og at tekna. Bara tað at halda á einum saksi var eitt satt bragd. Men omman klipti og límaði og var mitt í tí.
Jólamaðurin og kavamaðurin runt um jólatræið...
...og nærmynd av jólamanninum.
Omma klipti hjarta og diddan klipti ...... 
og teknaði hond. 
Jú, hon teknaði sjálv.

30.11.10

Kærleikin

Tvær útgávur av kærleiksørindunum
í 1. Korintbrævi 13,4-8. Ørindini eu tey somu, 
hvussu tey annars verða borin fram.

Á hesum myndunum havi eg hondskrivað tekstin, og klipt og límað. Lamineraði tað við bókaplasti. Eg vil týðuliga siga, at laminering við lamineringstóli og plasti til tað sama er munin lættari og betri.