9.4.11

Ikki inn í eygað

"Babba," segði yngsta dóttirin, "kann eg ikki fáa bomm," 
Ella var tað okkurt annað, hon bað um.
Men pápin, sum er ein rættur orðsnillingur, kundi tá siga við hana:
"Nei, ikki inn í eygað!"
Hendan gentan var tá eins og nú sera djúphugsin og tók alt í rama álvara.
Hetta skilti hon als ikki. Hon skuldi altso hava tað í munnin.
 Men nú kann hon eins og flenna at sær sjálvari og minnast aftur á agurkuna, 
sum ikki slapp inn í eygað.
Hon hevði ímyndað sær eina fína og vakra damu, sum lá ella sat við onkrum á andlitinum, eini vakurleikamasku og agurku yvir eygað.

1 kommentar:

  1. Rætting: Lítla gentan sá á baksíðuni á einum blaði ein drong sita við einum fullum tallerki av grønmeti og agurkum fyri eyguni. Hon hugsaði: "Hevði babba sæð."
    "Gentan"

    SvarSlet

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.