Her átti eg mangar góðar løtur, í Hattarvík uppi í Smiðju, har abbi mín búði. Haldi ikki, at har fór ein einasta summarferia upp ímillum, har eg ikki var og ferðaðist har úti. Á myndini omanfyri, sum eg teknaði, tá ið eg var um 18-ára gomul, sæst beint oman ímóti húsunum. Áin úti í síðuni, Kellingará, rann og dundi omaneftir, minnist ljóðið frá henni enn í øllum friðinum uttanum. Ikki sum í Klaksvík, har onnur ljóð vóru at hoyra og einki dun. Minnist eisini luktin har úti, blandingur av seyði, fugli og vátum grasi og hoyggjhúsum. Kenni modnaroykin aftur, nú heystið hevur verið yvir okkum við regni og vindi og vátum bløðum í túninum. Ein góður roykur. Minnist eisini, hvussu farið var út í ánna á stóra klettin har úti at skrubba klæðir, hvussu mamma lá á knæ við hvøssu træskrubbuni og grønsápu og skúmandi cowboybuksunum hjá abba.
Áin dunar enn oman eftir, hóast fossurin, Kvíðafossur, er sprongdur burtur, og hóast bygdin ikki er hin sama - fyri meg, tí har er so nógv av lívinum, sum eg minnist tað, burtur.
Seinast, eg var har úti, var til eina jarðarferð.
Meg minnist eina mynd,
eg var lítil tá.....