Viser opslag med etiketten klaksvík. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten klaksvík. Vis alle opslag

27.7.11

90-ára lærdómur

Skúlin á Ziskatrøð, ella sum hann fyrr var nevndur, Klaksvíkar Skúli, hevur nógv ár á baki, ja, sigast kann, at tað hevur verið hildið lív í bygningunum í alt ov langa tíð. Tann elsti parturin, sum hevur verið nýttur til undirvísing heilt til  denna dag, er bygdur í 1924, ja, nú kunnu vit siga varð bygdur. Vónandi er nógv lært har, men soppur tók lívið av honum og hevur møguliga gjørt lívið hjá mongum ringt. 
Keðiligt, at slíkt skal vera neyðugt, fyri at fáa fólk ella kommunu at fáa eygu á standin.
Hesa myndina hevur Eyðbjørn Jacobsen tikið
 
Tað nýggjara, sum nú stendur eftir, kann hvørki sigast at vera nýtt ella nýmótans. Bygningurin er frá 1962, tað vil siga, at hann er nærum 50 ár, hálvthundrað, og við ógvuliga fáum hentleikum. Beint nú eru menn í holtur við at gera nýggja yvirtrom, men tað er orsaka av eldsbruna í vár.



Í dag fór eg saman við ommudøtrunum niðan í skúla at vísa teimum standin, tær fataðu ikki at arbeiðsplássið hjá ommuni varð sorað, men tær fingu her sjón fyri søgn.
Í morgin flyta tær til Danmarkar. Eg veit ikki, hvussu nógv, tær fara at minnast til hetta, men kanska myndirnar kunnu vísa teimum og minna tær á ommusa skúla.


Her siga tær bei bei við skúlan hjá ommu. Hvør veit um tær tíðans heldur vit fara at síggja hann bygdan upp aftur. Livst so spyrst.