Viser opslag med etiketten páskir. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten páskir. Vis alle opslag

27.4.11

Páskadagur

Fyrsta páskadag vóru vit í Havn, øll familjan. Tvær smágentur fingu loyvi at eta so nógv bomm og sjokolátu, tær vildu hendan dagin. Omma og abbi komu við pappeggum fullum við alskyns góðgæti. Á, dett forstýrilsi.
Mikaela heldur í einum stórum eggi
So varð pakkað upp, og tær sóu, at nógv var í, fult.
-  Uhmm, tað smakkar væl, søgdu tær. Og her guffar Daniela í seg.


20.4.11

Páskaklæðir

Nú vórðu tær lidnar. Páskatroyggjan og páskahúgvan. Vónandi passar. Bundin til minstu stødd, men beiggin er ikki av minstu nýføðingum, 4100 gram. Nú er bert eftir at keypa brævbjálva og senda hann niður á Sofiegården, so fáa vit at síggja.
Uppskriftin er frá Drops, smábarnaklæðir,
og er bundin upp og niður.