Millum ár og dag eru tað mong orð, ið doyggja út, og tað er ikki bert galdandi fyri tað føroyska málið, men eisini fyi sonevnd stór mál, eitt nú tað enska.
Málini gerast alsamt fátækari, og tað er stórt spell. Av hesum eru tað mong, sum eru farin at rópa varskó, og í enskum høpi hevur eitt forlag undir Oxford University gjørt eina heimasíðu, Save the Words, sum hevur til endamáls at fáa fólk at geva málinum gætur og fáa tey at vera við í royndini at bjarga teimum orðum, sum eru í vanda fyri at doyggja út ella glíða út úr orðabókunum, út í gloymskuna.
Sum tað stendur á hesi ensku heimasíðuni, so verða bert 7.000 orð brúkt í meir enn 90% av øllum skrivligum samskifti, og hetta í einum so orðaríkum máli sum tí enska.
Í Føroyum royna vit alsamt at finna nýggj heiti fyri ting og hugtøk, so hvørt tey stinga seg upp, men eftir mínum tykki hava vit í ov stóran mun hug at gloyma at fjálga um hin endan, tær gomlu máliskurnar og tey góðu orðini, sum eru til í málinum. Á tann hátt er tað eisini, at okkara mál gerst fátækari.
Tey, sum dáma væl at takast við orð, kunnu bert fegnast um eina slíka heimasíðu sum hesa, og hvør veit, kanska er onkur í okkara lítla landi, sum fer at taka henda tátt upp.
