Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri kjakinum um kreationismu mótvegis evolutión. Tí havi eg her hug at lýsa áskoðanirnar hvør í sínum lagi, væl vitandi um, at tað bert ber til at gera tað í ógvuliga lítlan mun her á hesum staði.
Kreationistarnir halda, at ein Gud er, sum skapti alheimin og alt lívrunnið í honum. Tað, sum hendi við skapanina, hendi eina ferð og hendir ikki á okkara døgum. Ein stór fjøld av kreationistunum siga fyrstu kapitlarnar í 1. Mósebók vera reint søguligar
Her er ein lítil samandráttur av týdningarmestu hendingunum fystu tíðina í jarðarsøguni, soleiðis sum tær eru sagdar í fyrstu ellivu kapitlunum í 1. Mósebók:
- Alt verður skapt i seks dagar við 24 tímum
- Adam er fyrsti maður og Eva er fyrsta kvinna, og tey búgva í urtagarðinum Eden.
- Adam og Eva eru ólýðin móti Gudi. Tey mugu bøta fyri hetta og noyðast at fara út úr urtagarðinum.
- Fullkomna skapanarverkið verður bannað, og Gud letur deyðan koma inn í heimin.
- Adam og Eva fáa børn, og Káin drepur beiggja sín, Ábel.
- Óndskapurin veksur á jørðini uttan hjá Nóa og familju hansara.
- Gud sendir eina heimsumfatandi flóð, sum ger enda á øllum lívi, bert Nóa við familju og útvald djór sleppa undan.
- Gud skilur vaksandi fólkatalið við Bábel við at loypa óskil á tungumál teirra.
- Fólk og djór verða spjadd um allan heimin.
- Tað, at alt livandi verður skilt at, ger, at vit fáa nógv ymisk fólka- ella djórasløg og ymiskar mentanir.
Tey, sum halda vísunduna og Bíbliuna vera í fullum samljóði hvør við aðra, verða stundum kallað vísundaligir kreationistar.
Tað, sum verðu nevnt vísundalig skapanarlæra, kann lýsast við hesum 6 punktum:
- Alheimur, orka og lív vórðu skapt burtur úr ongum.
- Úrbregði og nátúrligt úrval kann ikki fáa alt livandi at mennast frá einari einstakari veru.
- Upprunaligu sløgini av plantum og livandi verum kunnu bert broytast innan ávís mørk
- Menniskju og apur hava hvør sín ættarfaðir
- Jarðfrøðin kann stava frá altoyðandi vanlukkum, serliga av eini heimsumfatandi flóð.
- Jørðin er ung – ikki meir enn 10.000 ár.
Intelligent design - skilvís skapan
ID er ein kanningartilgongd, sum sigur, at tess meira vit granska í lívevnafrøði, tess meir greitt gerst tað, at alt ikki er av tilvild og fyri langari tíð síðani. Økt vitan krevur nýggja hugsan um lív: intelligensur. Sagt verður, at intelligensur kann ávísast við gransking, men tað kann ikki ávísast vísundaliga, hvør intelligensurin er.
Nógv tey seinastu árini hevur ID rørslan vunnið sær størri og størri frama og er vorðin alt meir kend millum manna allastaðni runt heimin. Í undirvísingarligum høpi hevur hon verið sett upp ímóti Darwinismuni og Naturalismuni sum ein annar valmøguleiki.
Fólk, sum tala fyri ID vilja hava, at undirvíst verður í hesi læru í skúlanum á jøvnum føti við menningarlæruna. Tey hala, at næmingarnir eiga at fáa høvi at velja sjálvir og læra at vera kritiskir fyri tí, teir hoyra ella verða lærdir. Darwinistar eru tó ikki blíðir um hetta, og nógvastaðni, serliga í USA, hevur leikað hart á. Rætturin hevur beinleiðis verið blandaður uppí.
ID hevur røtur aftur í natural teologisku rørsluni í 18. og 19. øld. Rørslan, sum vit síggja hana nú á døgum, nýtir ikki bert hugvísundugarligar grundir fyri einum skapara, men hon brúkar eisini vísundarligar próvgrundir úr lívfrøðini, alisfrøðini og evnafrøðini.
William Dembski sigur soleiðis: ID er í trimum.
- Ein vísundalig granskingarætlan, sum kannar, hvørjar fylgjurnar, sum koma av ávísuligum grundum, eru.
- Ein rørsla, har lærd innan allar vísundaligar greinar vísa Darwinismuni eins og nátúralistiska arvinum aftur.
- Og eisini ein háttur at skilja, hvussu Gud arbeiðir. ID- rørslan savnar seg meir um tað, sum er skapt, enn hvør tað er, sum hevur skapt tað, og sum so verður ikki tikið støðu til, hvussu gomul jørðin er.
Sambært ID mugu bæði livrunnið og ólívrunnið vera skapað, tí annars hevði tað ikki verið so samansett, ella sagt á ein annan hátt, at tá ið nú alt má hava eitt vist tal av smálutum, fyri at tað kann arbeiða, so kann tað ikki vera komið av sær sjálvum.
Tað verður sagt, at læran er heilt á jøvnum føti við menningarlæruna. Báðar mugu hava støði í onkrari byrjan, sum hvør teirra ásetur. Men ID fólkini siga seg betur kunna greiða frá – forklára – veruleikanum, tað er eisini tí sum eygleitt verður. Teir siga at læran ikki byggir á nakran ávísan átrúnað, ella hvør ella hvat stendur aftanfyri, men at hon sjálvandi opnar fyri Gudi sum Skapara.
ID tekur støði í granskingarúslitunum, sum eisini vísa, hvussu samansett tey eru.
Sambært ID-rørsluni sjálvari byggir ID bert á tvær grundleggjandi útsagnir:
- Yvirskipaðar skilvísar ætlanir eru til
- Hesar tilætlanir kunnu framhaldandi eftirkannast – við at leita eftir serligum ella ítøkiligum fløkjum
ID fortalarar vilja ikki berast saman við saman við kreatonistarnar, heldur ikki tað, sum verður nevnt vísundalig skapanarlæra. Teir siga tó, at í onkrum førum nærkast hesar læru hvørji aðrari.

Ingen kommentarer:
Send en kommentar
Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.