Viser opslag med etiketten løtur. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten løtur. Vis alle opslag

16.9.12

Á loftinum

Havi verið í gongd við at fáa skil á tingunum nú nakrar teir síðstu dagarnar. Tá ið mann ger tað, kann mann koma fram á mangt og mikið. Í gjárkvøldið kom eg fram á nakrar akvareltekningar, sum lógu í einum blokki í eini eskju, og sum eg gjørdi fyri yvir 20 árum síðum. Eg hevði næstan gloymt myndirnar, so tað var stuttligt at síggja tær aftur, sum at hitta ein góðan vin aftur. Í einum skápi fann eg eina so fína dós við liti og pensli í, so nú veit eg ikki, um tað er ein ábending um, at eg skal í gongd aftur.
Døtrarnar, Rotha og Gunvør, og systkinabørnini, Rutt og Rakul
Gunvør og Rotha geva seyði í Hattarvík
Døtrarnar og ein drongur í grannalagnum
Eg við Gunvør at brósti

26.6.11

Barnabørn

Saman við abba sita tey so fitt, Fríði, júst komin niðri frá, og Mikaela, so spent.
Hann má ansast eftir á gólvinum og fáa suttu.

... ella sum her, at Daniela kann sita undir honum.
Sum ein darta, ongantíð í frið, men saman.


21.11.10

Góðar løtur


Her átti eg mangar góðar løtur, í Hattarvík uppi í Smiðju, har abbi mín búði. Haldi ikki, at har fór ein einasta summarferia upp ímillum, har eg ikki var og ferðaðist har úti. Á myndini omanfyri, sum eg teknaði, tá ið eg var um 18-ára gomul, sæst beint oman ímóti húsunum. Áin úti í síðuni, Kellingará, rann og dundi omaneftir, minnist ljóðið frá henni enn í øllum friðinum uttanum. Ikki sum í Klaksvík, har onnur ljóð vóru at hoyra og einki dun. Minnist eisini luktin har úti, blandingur av seyði, fugli og vátum grasi og hoyggjhúsum. Kenni modnaroykin aftur, nú heystið hevur verið yvir okkum við regni og vindi og vátum bløðum í túninum. Ein góður roykur. Minnist eisini, hvussu farið var út í ánna á stóra klettin har úti at skrubba klæðir, hvussu mamma lá á knæ við hvøssu træskrubbuni og grønsápu og skúmandi cowboybuksunum hjá abba.
Áin dunar enn oman eftir, hóast fossurin, Kvíðafossur, er sprongdur burtur, og hóast bygdin ikki er hin sama - fyri meg, tí har er so nógv av lívinum, sum eg minnist tað, burtur.
Seinast, eg var har úti, var til eina jarðarferð.

Meg minnist eina mynd,
eg var lítil tá.....