Viser opslag med etiketten børnini. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten børnini. Vis alle opslag

26.6.11

Barnabørn

Saman við abba sita tey so fitt, Fríði, júst komin niðri frá, og Mikaela, so spent.
Hann má ansast eftir á gólvinum og fáa suttu.

... ella sum her, at Daniela kann sita undir honum.
Sum ein darta, ongantíð í frið, men saman.


2.6.11

Fríði

22.apríl fingu vit ein lítlan drong í familjuna, mín fyrsta ommuson.
Hann býr í Danmark, so tað er ikki á hvørjum degi, eg síggi hann.
Men beint nú havi eg verið niðri og vitjað, Á, dett fitta skrín. 
Og trillað í langar banar.
Í fínari páskatroyggju frá ommu
Lítla hond

28.4.11

Stákan

Í góðveðrinum vóru Mikaela og Daniela úti og spældu. Tær eru bert 2 ára gamlar, verða 3 í summar, og eru tí av góðum grundum ikki so vanar at spæla uttanfyri hjá ommuni. Men tað má sigast frá, hvussu  tær hugnaðu sær, skumpaðu, stoyttu um, spældu við sand, gjørdu runukaku, sorteraðu steinar, ja, alt tað, ið hugsast kundi. Tað var stuttligt at eygleiða tær og eisini síggja, hvussu tær hava áhuga í hvør sínum. Millum annað var tað mín fatan, at Mikaela hevði størri áhuga í vatni, - har var ein hylur í nánd - og Daniela tímdi betur steinar og sand. Kanska tað tó var meir hipp sum happ.
 Tær vóru úti í einar 4 tímar.
Mikaela stoytir um og oysir vatn.
- Omma, hygg her, her er ein steinur.....
- Tú skalt eiga, og goym hann væl....
Steinurin var ikki nógv størri enn ein hálvan sentimetur í tvørmáti og var hvítur. Her liggur hann á stoypta garðinum beint við. - Soleiðis gekk Daniela aftur og fram, og hon samlaði nógvar slíkar steinar.




27.4.11

Páskadagur

Fyrsta páskadag vóru vit í Havn, øll familjan. Tvær smágentur fingu loyvi at eta so nógv bomm og sjokolátu, tær vildu hendan dagin. Omma og abbi komu við pappeggum fullum við alskyns góðgæti. Á, dett forstýrilsi.
Mikaela heldur í einum stórum eggi
So varð pakkað upp, og tær sóu, at nógv var í, fult.
-  Uhmm, tað smakkar væl, søgdu tær. Og her guffar Daniela í seg.


18.1.11

Barnatekningar

Hvussu nógv kunnu vit siga um eitt barn út frá tekningunum hjá tí. 
Hesin spurningur er ofta spurdur. 
Man ikki tann fyrsti spurningurin altíð vera um, 
hvussu væl barnið tímir at tekna. 
Hvussu strokið er. - Ja, og eisini hvar tað teknar.
So kemur næsti spurningur. 
Hvussu væl dugir barnið at tekna, litir, flog og kompositión. 
Hvørjir eru smálutirnir, sum barnið hevur lagt til merkis. 
Og her skal sjálvandi ikki verða borið saman við 
okkurt, sum eitt vaksi fólk hevur greitt úr hondum.
Onkur vil so fara víðari og siga, at tekningar kunnu 
siga nakað um persónsmenskuna hjá barninum, eisini, 
hvussu væl tað er fyri ta løtuna, ið teknað verður. 
Huglagið í tekningini. 
Kunnu vit tulka tekningar? 
Hvørjar smálutir hevur barnið við á tekningini. 
Teknar barnið bara høvd og armar, ber tað so boð um eitt barn, 
sum ikki enn er vorðið tilvitað um sín kropp? 
Kanska búkurin er teknaður evarska lítil, 
og tá vil tað bera boð um tað sama. 
Svarar tekningin til aldurin á barnium? 
Er hon aldurssvarandi?
Tað vil onkur vera við.
Hesar tekningarnar teknaði næstelsta dóttirin, tá ið hon var lítil smágenta, fullar av lívi og rættiliga góðar myndir,  - heldur mamman. 
Fevnandi og litfagrar. Í eina opna dagbók í húsinum. 
Hon fann altíð eitt stað at tekna.
---
Hóast allar hesar hugleiðingarnar hjá einari, sum gleðist um at síggja børn tekna, eiga vit altíð og fram um alt spyrja, um vit ikki bara kunnu njóta myndina og gleðast saman við barninum um hetta stóra avrikið, 
tað er komið við og er so stolt av.
Hygga, mamma. hetta skalt tú eiga, 
við einum víðopnum og smílandi andliti og glógvandi eygum.

6.1.11

Plattar frá ommu

5. januar fyri 26 árum síðani 
varð okkara fyrstafødda fødd. 
Lítil og ker. 
Seinni komu trý afturat, 
tvær fittar og kerar diddur 
og ein fittur krúllutur beiggi.
Omman helt, at tey hvør í sær skuldu hava eitt minni, 
so hon fór í býin at keypa plattar, 
barnaplattar hvør við sínum árstali. 
1985, 1986, 1991 og 1992.
Okkurt árið mátti hon leita um alt landið fyri at fáa fatur á einum, 
men tað eydnaðist henni so at fáa til øll fýra.

14.11.10

Vitjan

Leygardagin var vitjan úr Havn, tvær fittar dukkur og mamma teirra.  Tær eru so stórar nú, at abbin mátti fara at taka mát. 




Fyrst skuldi Daniela mátast, 
øgiliga friðarlig: 85 cm










So skuldi Mikaela mátast, 
harbeint: Eisini 85! 







 

Daniela helt, at tað eisini skuldi takast mát av mammubeiggja, men hann kláraði ikki at vera so frið ..... so tey fóru bara øll at   spæla fløkjumamma




13.11.10

Eftir Pól Skarðenni
Sum frá leið fingu tey fýra børn,
tríggjar gentur og ein drong

Nú fingu vit ein málning frá Pól. 
Hann er málaður eftir eini mynd, sum tikin varð
23. juli úti í Svínoy tað árið Malla í Svínoy fylti hundrað