Viser opslag med etiketten familjan. Vis alle opslag
Viser opslag med etiketten familjan. Vis alle opslag

26.6.11

Barnabørn

Saman við abba sita tey so fitt, Fríði, júst komin niðri frá, og Mikaela, so spent.
Hann má ansast eftir á gólvinum og fáa suttu.

... ella sum her, at Daniela kann sita undir honum.
Sum ein darta, ongantíð í frið, men saman.


4.12.10

Billukøkur

I dag vóru Billukøkur á skránni. 
Omman fór at baka til jóla, 
og tvær lítlar diddur komu at hjálpa.

Uppskriftin stendur í bókini
Góðaráð hjá Jonhild Henriksen
 og á netinum á kjaksíðuni hjá kvinna.fo
Billukakurnar hjá Danielu og Mikaelu
Smakka væl
  Og so eru vit so væl nøgdar.
 
 
Mugu smakka beinanvegin
So mugu fingrarnir vaskast

14.11.10

Vitjan

Leygardagin var vitjan úr Havn, tvær fittar dukkur og mamma teirra.  Tær eru so stórar nú, at abbin mátti fara at taka mát. 




Fyrst skuldi Daniela mátast, 
øgiliga friðarlig: 85 cm










So skuldi Mikaela mátast, 
harbeint: Eisini 85! 







 

Daniela helt, at tað eisini skuldi takast mát av mammubeiggja, men hann kláraði ikki at vera so frið ..... so tey fóru bara øll at   spæla fløkjumamma




13.11.10

Dartan

Familjan er sum ein uro, har teir ymisku lutirnir ferðast aftur og fram í mun til hvønn annan. Fyrst eitt stað, so eitt annað, so saman við einum, so einum øðrum, men altíð við træðrunum savnaðum í erva. Ein dag í summar skrivaði eg eitt sindur niður. Tá sá hon soleiðis út:

Ein fer upp á morgni tíðliga við einum stórum krússi av te, einsamøll, tó ikki heilt, ein frensur melur uppi í. Síðani koma onnur fram, og onkur fer út. Ein fer til arbeiðis, ein at vaska upp, í friði og náðum, og at dustsúgva. Fær ruddað út. So koma fleiri til, tvey fara til fjals, ein fer í skúla, annar kemur á vitjan. Frensur finnur vatn. Tvey koma til hús aftur, ein úr arbeiði, ein úr skúla. Fýra sessast, breyð við einum temunni. Ein kemur oman av fjøllum aftur til húsa, tveir fara út, ørindi, tvey onnur fara til fjals, annað teirra frá fyrr av og hin ein, sum var heldur góður við seingina í morgun. Ein er farin at skrubba trappur, og skúlanæmingurin ruddar kamar og málar møblar. So er vitjan av trimum, síðani ein vitjan afturat, so fótbóltsdystur, stovan full av monnum, tvær út at keypa buksur og annars at keypa inn, ein at vaska gólv, smágentur vassa uppi í hjá ommuni, ein abbi at byggja lego við abbadøtrum, saman við fótbóltsdysti, ein vitjandi fer til hús, so døgurði, 9 fólk, so aftur ein út, tvey koma aftur. Fýra eftir. Farteldur á skránni. Onkur at leggja klæði saman og fáa á pláss, annar hyggur í sjónvarp, temuður, prát um dagin, ið farin er, so hvør í sítt heraðshorn.

Fólk gera seg klár at fara í song. Til ein nýggjan dag og til eina nýggja uro
Eftir Pól Skarðenni
Sum frá leið fingu tey fýra børn,
tríggjar gentur og ein drong

Nú fingu vit ein málning frá Pól. 
Hann er málaður eftir eini mynd, sum tikin varð
23. juli úti í Svínoy tað árið Malla í Svínoy fylti hundrað
Eftir Pól Skarðenni
Tað var í Havn fyri langari  tíð 
síðani, ein regndag, at tvey ung fólk góvu 
hvørjum øðrum sítt ja

Ikki langa tíð eftir hetta fingu vit 
hesa pastelmyndina frá Pól bróðir, 
haldi, tað var í jólagávu sama árið.