Í kvøld klokkan 6.00
stevndi heimsins størsta jólaskip inn á Klaksvík
fult mannað við jólamonnum.
Jólarómurin hoyrdist um allan býin
og fólk fór av húsi at taka ímóti.
Eisini var hornorkestrið og tók ímóti.
Mary's boychild og nógvir aðrir vóru at hoyra.
Jólamenn róptu og stýrdu
og søgdu seg verða noyddar at taka so stórt skip í nýtslu í ár,
tí so nógv børn høvdu skikkað sær so væl.
Skipið loysti eina rúgvu av fýrverki av, ein vøkur sjón,
beint uttan fyri stovuvindeygað.
Frensurin lá á stólinum sum um einki var hent.
Hann lat seg ikki merkja av alskyns jólabrúsi.
At enda fóru jólamenninir við lítlabáti í land á Stongunum,
har ein stór fjøld stóð og tók ímóti teimum.
Norðlýsið hevði seinni um kvøldið okkurt at siga um hetta tiltak,
Norðlýsið hevði seinni um kvøldið okkurt at siga um hetta tiltak,



