Í góðveðrinum vóru Mikaela og Daniela úti og spældu. Tær eru bert 2 ára gamlar, verða 3 í summar, og eru tí av góðum grundum ikki so vanar at spæla uttanfyri hjá ommuni. Men tað má sigast frá, hvussu tær hugnaðu sær, skumpaðu, stoyttu um, spældu við sand, gjørdu runukaku, sorteraðu steinar, ja, alt tað, ið hugsast kundi. Tað var stuttligt at eygleiða tær og eisini síggja, hvussu tær hava áhuga í hvør sínum. Millum annað var tað mín fatan, at Mikaela hevði størri áhuga í vatni, - har var ein hylur í nánd - og Daniela tímdi betur steinar og sand. Kanska tað tó var meir hipp sum happ.
Tær vóru úti í einar 4 tímar.
![]() |
| Mikaela stoytir um og oysir vatn. |
![]() | |
| - Omma, hygg her, her er ein steinur..... |
![]() |
| - Tú skalt eiga, og goym hann væl.... |
Steinurin var ikki nógv størri enn ein hálvan sentimetur í tvørmáti og var hvítur. Her liggur hann á stoypta garðinum beint við. - Soleiðis gekk Daniela aftur og fram, og hon samlaði nógvar slíkar steinar.




