13.11.10

Dartan

Familjan er sum ein uro, har teir ymisku lutirnir ferðast aftur og fram í mun til hvønn annan. Fyrst eitt stað, so eitt annað, so saman við einum, so einum øðrum, men altíð við træðrunum savnaðum í erva. Ein dag í summar skrivaði eg eitt sindur niður. Tá sá hon soleiðis út:

Ein fer upp á morgni tíðliga við einum stórum krússi av te, einsamøll, tó ikki heilt, ein frensur melur uppi í. Síðani koma onnur fram, og onkur fer út. Ein fer til arbeiðis, ein at vaska upp, í friði og náðum, og at dustsúgva. Fær ruddað út. So koma fleiri til, tvey fara til fjals, ein fer í skúla, annar kemur á vitjan. Frensur finnur vatn. Tvey koma til hús aftur, ein úr arbeiði, ein úr skúla. Fýra sessast, breyð við einum temunni. Ein kemur oman av fjøllum aftur til húsa, tveir fara út, ørindi, tvey onnur fara til fjals, annað teirra frá fyrr av og hin ein, sum var heldur góður við seingina í morgun. Ein er farin at skrubba trappur, og skúlanæmingurin ruddar kamar og málar møblar. So er vitjan av trimum, síðani ein vitjan afturat, so fótbóltsdystur, stovan full av monnum, tvær út at keypa buksur og annars at keypa inn, ein at vaska gólv, smágentur vassa uppi í hjá ommuni, ein abbi at byggja lego við abbadøtrum, saman við fótbóltsdysti, ein vitjandi fer til hús, so døgurði, 9 fólk, so aftur ein út, tvey koma aftur. Fýra eftir. Farteldur á skránni. Onkur at leggja klæði saman og fáa á pláss, annar hyggur í sjónvarp, temuður, prát um dagin, ið farin er, so hvør í sítt heraðshorn.

Fólk gera seg klár at fara í song. Til ein nýggjan dag og til eina nýggja uro

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.