6.1.11

Uppi á loftinum

Og so fór eg upp á loftið. Har sat mín gamla fitta næstan 50-ára gamla bamsa so einslig á eini hill, eg veit ikki, um hon var hálvgum fornermað, sum hon sat og vendi vangan til. Sum lítil varð hon bæði vaskað og opererað, og so fekk hon nýggjan munn afturat. Men fitt er hon, eg vil ikki av við hana.

Á bróstinum har uppi hekk eisini millum aðrar ein mynd, pappírsklipp, sum eg gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eg vil so fegin vísa okkurt fram, sum eg sjálv havi skapað, so tá ið einki av tí er frá nýggjari tíð, so má eg taka okkurt gamalt fram. Og kettan má við.
Á lítla skápinum undir speglinum stendur okkurt, sum eg ikki kann vera fyriuttan.


1 kommentar:

  1. eg helt handan bamsan var ikki til longur, gott at hon er til.Flotta kollagu tú hevur eisini.

    SvarSlet

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.