31.12.10

Ja og Nei

Nær er eitt ja ja og eitt nei nei?
Nær er eitt ja jaligt og nær er tað neiligt?
Nær er eitt nei mansjønskt, og nær er tað skilagott?
Hvat er eitt ja og hvat er eitt nei?
Nær eigur at verða sagt ja og nær nei?
Eg havi ógvuliga ilt við at skilja ímillum ja og nei, 
og nær eg skal brúka hvat.
Tað, sum tað snýr seg um, er kanska tað
at kenna mørk og duga at seta mørk,
- ella er tað tamarhald ella skynsemi ...
Haldi, eg fari at brúka komandi árið at leita eftir svarinum.
 Haldi, eg skal unna mær tað - 
og ikki minst teimum, sum hava við meg at gera,
og eg havi við at gera.
---
"Tala okkara til tykkara er ikki ja og nei!"


1 kommentar:

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.