29.11.10

Einglajól

Jólakrókurin
Einglajól, kristin jól.
Hvat slag av jólum vilja vit hava? Reyð, hvít, lilla, sum sigst bera boð um advent. Kavajól, grann, músajól, nissujól, vættrajól
Eg haldi, tað er ringt at halda fokus, ringt at minnast til, hví vit halda jól í øllum meldrinum av gávum, innkeyp, reklamum, har øll, allir handlar royna hvør í teirra lagi at fáa sum mest burtur úr.   Ikki at siga teir ringar fyri tað.
Men uttan mun til alt, so er tað stuttligt at taka jólaprýðið niður av loftinum fyri at heingja tað upp ymsastaðni. Tað hugnar um.
Mær dámar nú væl reyð og grøn jól, men ikki so væl nissujól.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.