14.11.10

Kløkkaði køtturin

  
Sat uttanfyri í góðveðrinum einaferð í summar, einsamøll. Sum eg siti har kemur ein alloðin brúnsvartur køttur við tjúkkum, stórum hala spankulerandi við einum rundum, umleið 30 cm longum fiski í kjaftinum. Tá hann gjørdist varur við, at eg sat har, slepti hann honum alt fyri eitt og leyp so smoykin avstað, sama veg, hann var komin. Har lá so fiskurin í túninum eina góða løtu, spillfeskur og ókruvdur, meðan køtturin við jøvnum millumbilum kom lúrandi um húsahorn fyri at vita, um tað nú mundi bera til at fáa hann aftur. Tó illa bar til, eg sat jú har. Men so kanska ein góðan hálvan tíma seinni kom hann aftur enn eina ferð, lúrdi eina løtu og tók so dik á seg, fekk fatur á fiskinum og síðani spenandi avstað aftur sama veg, sum hann var komin.
At sita og eygleiða køttin var eitt upplivilsi fyri seg. So spelkin hann kom við fonginum, sum hann so var noyddur at sleppa, virkuliga frekt! - Har skuldi ein kona sita og spilla allan leikin, kann eg ímynda mær, at hann hugsaði.
Einaferð væntaði eg ikki, at hann fór a koma afturíaftur, tí hann var so leingi burtur, men nei, - eg eigi fiskin og ætli mær at hava hann! Tað hevði hann sett i seg, og hann fekk sín vilja, og heilt vist var tað tann stuttligast parturin av øllum at síggja.
Hvussu leikur síðani fór, veit eg ikki, men eg kundi hugsað mær at vita, hvaðani køtturin hevði fingið fiskin. Eg havi ikki spurt grannan enn, um tey saknaðu nakran fisk uttanfyri ella kanska í kjallaranum, men eitt veit eg, og tað er, at tað var meiningin hjá teimum at hava fiskafat til døgurða tann dagin......

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.