20.11.10

Blóðgevi

Sjónvarpsskráin í kvøld eftir Vild med dans var Gekkur, Konan hevur havgron og Mín maður er fyrimyndarligur. Ikki er tað  pent, ein kona við gron og ein fyrimyndarligur maður.

Men í kvøld spældi eg so Gekk. Tað er ikki vanligt, at eg geri tað, men síðani hann fór upp um tær 500 túsund krónurnar, má eg viðganga, at eg havi ikki kunnað hildið mær. Men heldur ikki hesuferð vann eg nakað. Heldur ikki nakran av smáu vinningunum - sum av torvheiðum. Og gekkaupphæddin bara veksur og veksur, og grammari gerast bæði eg og hini. Næstu ferð er gekkaupphæddin 700.000. Hvør fer tá at vinna? Onkur EIK-kundi? Nei, synd at siga so.....

www.gevidblod.fo - eitt prik kann bjarga trimum mannalívum, stendur á hvørjum gekkahefti og á hvørjari síðu. Eg veit ikki, hvussu nógvir Gekkar verða seldir hvørja viku, ella hvussu nógv húski eru umboðað, men reklaman kemur víðan, og vónandi er tað eisini onkur, sum gevur henni gætur og gerst blóðgevi.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.