Tað, sum hevur fylt meginpartin av degnum í dag, er baking.
Mikudagur er mín frídagur, so heilt frá fyrrapartinum bleiv bakað.
Í gjár elti eg tvey sløg av deiggi,
so tað var bara at fáa tað rullað og sett inn í ovnin.
Tær aftaru eru tiknar frá blogginum hjá Karen Klarbæks Verden,
har hon kallar tær "Oldemors kanelkager".
Tær eru rættiliga søtar,
men smakka væl í ny og næ
aftur við einum kaffimunni.
Tær fremru eita Von Essen Drømme,
og uppskrifin er tikin úr einum gomlum blaði.
Gleði meg at koma norð og fáa køkur á jólum
SvarSlet