5.5.11

Grannahandilin

Ein sera vøkur summarmynd tikin í góðveðrinum nakrar dagar herfyri. Hon sær út eins og ein vakur málningur. Myndin er tikin úr túninum hjá okkum við trøunum í forgrundini. 
Høga húsið við reyða takinum er hjá Amaliel, soleiðis æt handilin, sum omma plagdi at keypa úr, og sum vit plagdi at keypa úr, og sum børnini keyptu úr. Fleiri ættarlið. Vit lærdu tey at fara yvir um vegin, hyggja til høgru, vinstru og høgru og so yvir um. Ein pakka av margarin, ein pakka av oxoterningum, tveir pakkar av mjólk, ja, allar húsarhaldsvørur, sum vóru fyri neyðini. 
Hetta var grannahandilin hjá okkum, har tey, ið har starvaðust, vóru sera blíð og fyrikomandi, og hagar leitað varð, um okkurt manglaði.
Men so var handilin ikki meir, hann lat aftur, aðrir størri handlar komu ístaðin, og Amaliel lat upp aftur í øðrum líki. Nú fingu vit ikki mjólk har meir, men vit kundu keypa okkum buksur og blusur, handilin var vorðin klædnahandil. Somu fólk, men onnur vøra.
Løgið, handilin hevði altíð itið Kósabúðin, men hjá okkum, í okkara hugaheimi, æt hann Amaliel. Heimligt.
So hendir nakað, onnur fólk koma at keypa, eisini langvegis frá, og sum frá líður glíður Amaliel út úr hugaheiminum. Tey kenna einki til Amaliel, bert navnið á skeltinum uttanfyri, og ja, tað navnið setur seg fast í sinnið. Eisini hjá okkum.
Grannahandilin, sum mangan royndist góður, var burtur. Nýggjar tíðir. Nýggj viðskiftafólk og nýggir handlar.
Og Amaliel er vorðin Kósabúðin.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar

Bemærk! Kun medlemmer af denne blog kan sende kommentarer.