Sig takk, sigur mamman við sonin. Aftur og aftur. Hvørja ferð, hann fær ein pakka. Hvørja ferð, onkur hjálpir honum. Hvørja ferð onkur veitir honum eina góðgerð. Hvørja ferð, hann er liðugur at eta. Hvussu sigur tú takk? Kanska lærir barnið at siga takk. Kanska lærir dóttirin at vera høvisk. Takk fyri lán, manga takk. Hvør skal læra børn at siga takk? Hvar skulu tey læra tað? Heima, haldi eg. Men tíverri er tað ofta so, at orðið takk als ikki verður brúkt, har barnið veksur upp. Tá er verri vorðið.Tað, sum eg her havi tosað um er at vera høviskur, at vit læra at vera høvisk.
Skúlin eigur eisini at taka tað upp. Ítróttarfeløg. Samkomur.
Um allir partar tóku sær av hesum partinum av sosialiseringini, so hevði verið betur vorið. So hevði verið óneyðugt at latið so nógva orku fara til spillis.
Fyri allar gávur lær at siga takk,
fyri allar gávur lær at siga takk.
Mong tey droyma bert um tad,
sum vit njóta dag um dag,
fyri allar gávur lær at siga takk!
- Eg hugsi nógv um eitt annað slag av takk. Eina tøkk, sum fevnir víðari enn tað at vera høviskur. Eina tøkk, sum ikki bert snýr seg um at vera høvisk. Eina tøkk, sum stingur nógv djúpri.
Takksemi og nøgdsemi.
Fyri lívið.
Fyri familju.
Fyri vinir og arbeiðsfelagar.
Fyri heilsu.
Fyri gávur og evnir.
Ein kenslulig tøkk.
Ein virðismeting.
Ein tøkk, sum ristir okkum djúpt inn at sálini.
Kensluliga.
Takksemi er ein kensla. Nógvar kanningar gjørdar í seinastuni benda á, at fólk, sum vísa stórt takksemi, sum heild hava tað betri. Takksom fólk eru lukkuligari, minni tunglynt, minni strongd, og meir nøgd fyri lívið.
Tó, ein tøkk má verða vend móti onkrum.
Hon er fyri eitthvørt. Og onkur er gevarin.
Efesusbrævið 5,20: Og takkið altíð Gudi og Faðirinum fyri alt,
í navni Harra okkara Jesu Krists!
1. Tessalonikubræv 5,18: Takkið í øllum førum -
tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi.
Altíð fyri alt og í øllum førum.
Djúpt. Krevjandi.
Hvør veit, óivað eisini gevandi.
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja,
koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!