![]() |
| Hendan myndin er bara okkurt funnið uppá, húgvan, skógvarnar og grasið er av roð. |
Eitt skifti tókst eg nógv við ull og roð. Eg tøvdi, barkaði
og litaði, fyri síðani at klippa tað sundur at seyma burtur úr,
tað, sum eitur áseyming ella patchwork. Ikki sum nú, tá átti eg eina góða og sum so nýggja seymimaskinu, so tað var lagamanni.
![]() |
| Hesa myndina gjørdi eg eftir eini mynd av Gunvør, elstu dóttrini. |
Tá ið eg komi fram við onkrum av tí, eg havi tikist við, so kann eg ikki lata vera við at vísa á frálíka og spennandi bloggin hjá Dorit, Gerandisgleðir. Millum alt tað spennandi vísir hon har eina av hesum myndunum, har eisini ketturnar eru at síggja, tær, sum mær dámar so væl, bæði í livandi lívi og sum myndaevni. Hugsi um nakkan og tann altíð so vakra bugaða ryggin og halan, sum so smidliga smoyggir sær fram við liðini, tá ið hon situr.


Eg eri so fryktiliga glað fyri mín ullamálning!
SvarSlet